Sjúk ættarbond

Norska metsølubókin Berlinaraspirnar, ið skúgvaði Dan Brown av fyrsta plássi, er nú komin út á føroyskum.

 


Anne Birkefeldt Ragde, Berlinaraspirnar

Týtt: Jákup í Skemmini, Nýlendi, 2007


'

Skaldsøgan Berlinaraspirnar eftir Anne B. Ragde kundi eins væl itið Arvasyndin. Hetta er søgan um tríggjar brøður. Margido er gamal drongur, miðskeiðis í fimmtiárunum og hevur eina gravarstovu í Tróndheimi. Á fedranna ættargarði uttan fyri býin býr bróðirin, Tóri, saman við gomlu mammu síni, tí forfjónaða og ómælandi pápanum, og øllum svínunum. Í Keypmannahavn býr triði bróðirin, Erlendur, sum er samkyndur dekoratørur og býr saman við danska blaðstjóranum Krumma. 


Teir tríggir hittast, tá mamman liggur á deyðastrá. Teir hava ikki borið eyga hvør við annan í óminniligar tíðir. Meðan gamla liggur og stríðist, kemur tað fram, at røturnar, sum brøðurnir hava roynt at kvett, eru djúpari, enn teir grunaðu. Nýggj bond daga fram, sum teir als einki vistu um, og sum frá líður vísir høvundurin síni merkiliga fínu evni til at lýsa ørskuna hjá vanligum fólki. Ein sjarmerandi skaldsøga um sjúk ættarviðurskifti, skitin mannfólk og grísafjós. 


Tá ið Berlinaraspirnar kom út í 2004, fekk hon óvanliga góð ummæli, fleiri virðislønir og streyk upp á toppin á metsølulistanum í Noregi, har hon skúgvaði Dan Brown til viks og lá har í 78 vikur, sum er markið fyri, hvussu leingi ein bók kann liggja á tí listanum.