Úr USA frættist nú, at vindurin er minkaður summastaðni á eysturstrondini, men at tað regnar framvegis illa. Harafturat er stór flóð, og tað saman við flóðaldu frá Sandy ger, at fleiri býarpartar standa undir vatni og sjógvi. Eitt nú er sjógvurin komin langt niðan eftir gøtunum á Manhattan í New York og haðani niður í undirgrundarbreytina og nógvar kjallarar.
Umleið 6,5 milliónir fólk í 13 statum hava mist streymin.
Í morgun varð sagt, at illveðrið hevði kravt minst 13 mannalív, men tey seinastu tíðindini siga, at 16 fólk eru deyð.
Myndugleikarnir siga, at teir fáa ikki fult yvirlit yvir støðuna fyrr enn í lýsingini.









