Sjófuglurin í stórari kreppu

Erik Mortensen

Fyri nøkrum árum síðan kom bók út sum æt »Farvel til Grønlands natur«. Ein bók, sum greiddi frá avoyðing sum av fuglinum var fyri í Grønlandi, tey seinastu nógvu árini.
Hesa bókina kom mær til hugs, nú eg eri farin at skriva um gongdina hjá sjófuglinum í Føroysum seinastu 40 árini. Ein gongd, sum bara gongur ein veg, við nøkrum fáum undantøkum, og tað er niðureftir.
Skal ikki endurtaka tað sum hendi av broytingum í landsgrunninum, sum hevði við sær, at líkindini vernaðu hjá sjófuglinum. Hann fær ov lítið at eta, ikki um at tala at lítið og onki kemur undan av pisum vegna hungur. Hesin matkovin sum hevur verið fullur av mati, og sum hevur verið álitið hjá sjófuglinum bæði at liva í og eiga.
Nú kom ein nýggj tíð, við stórari óvissu, sum gjørdi tað at ólag kom í vistskipanina. Latum okkum taka tey seinastu 15 árini.
Okkurt árið hevur glógva í. Tú fær eina vón um at vend er komin í, men so er aftur galið.
Og fleiri ár á rað koma, sum minnir ein á at hetta árið bara var ein glotti. At alt gongur sína skeivu gongd.
Úrslitið er har eftir, tað síggja vit í dag.
Fuglurin bara minkar í bjørgunum.
Ein syrgilig sjón. Er ongin fuglur eftir í 2020 ? altso um 15 ár? Eg vóni tað ikki.
Hetta kann bara ikki halda fram.
Hvat er orsøkin? Er ein orsøkin fiskiskapurin?
Hetta at skipini sópa fiskin úr sjónum sum elvir til alt hetta ólagið?
Lomvigi, rita, terna, lundi og annar fuglur, sum livir av nebbasild minkar við fúkandi ferð. Hjá nátanum og summum másasløgum er eisini vend komin í. Hjá teimum kann ein orsøkin vera at meira kemur til sættis hjá fiskiskipunum og á flakavirkjunum.
Samanumtikið eru vit í einari stórari umhvørviskreppu. Næstan allur tann fuglurin sum livir beinleiðis ella óbeinleiðis av sjónum minkar meira ella minni.
Árið 2003 var vánaligt. 2004 er nógv verri.
Tað byrjaði við eini armóð, sum valla nakar av okkum hevur sæð fyrr. Tá ið várið kom, komu flokkar í túsundatali av hungraðum lomviga, mest vangagráa undir land. Hesir bíðaðu bara eftir deyðanum. Tað hava verið nógv túsund tilsamans. Tí tað sum fólk sóu, var helst bara toppurin av ísfjallinum.
Tað er merkiligt, hvussu lítlan áhuga fjølmiðlaheimurin og almenningurin hevur fyri tí sum hendir í náttúruni. Undantikið Dimmalætting sum hevði eina mynd av svøltaðum lomviga við einum petti av tekst undir.
So støðan hjá lomviganum fer helst at versna uppaftur meiri í komandi tíðum.
Fiskirannsóknarstovan hevur í nógv ár gjørt kanningar av gróðri og æti á landgrunninum. Um samspælið millum djórini sum veiða, og tey sum verða veidd. Men eitt sum almenningurin lítið og onki hevur hoyrt um, er at sjófuglurin eisini hevur fingið sín part av heildini. Hann er jú partur av vistskipanini.
Bergur Olsen hevur í nógv ár havt nágreiniligar teljingar av lomviga, ritu og náta í bergi í Skúvoy. Hvat er komið undan tey ymisku árin og nógv annað t.d. av lundanum.
Tíggjunda hvørt ár telur hann so allan lomvigan og rituna í øllum Føroyum.
Eitt ógvuliga týdningarmikið tilfar sum bara veksur í virði sum árini líða. Tilfar sum bara verður goymt burtur. Men ongantíð kemur okkum til kunningar. Ein skylda sum ein almennur stovnur eigur at havna.
Eisini Jens Kjeld Jensen hevur í nógv ár gjørt týdningarmiklar kanningar, sum sjálvlandi eigur at verða partur av frágreiðingini.
Samanumntikið eigur tjóðin at fáa eina heildarlýsing av gongdini í landgrunninum tey seinastu 15 árini t.d. hví føðin ikki er til, ella í ov smáum nøgdum. Hví hon ikki sampakkar við tíðina, tá ið fuglurin eigur. Sjálvandi hevur tað altíð verið ymiskt frá ár til ár. Men hví er tað so langt ímillum nú, at hóttafall er komið á allan sjófuglin?