Sjóborg stoytti saman við oljupall í Norðsjónu

Í nátt vórðu 218 fólk flutt av einum oljupalli í Norðsjónum eftir at Sjóborg stoytti saman við hann

Klokkan eitt í nátt, okkara tíð, komu boð um, at veitingarskipið Sjóborg, hjá felagnum Skansi Offshore í Havn, hevði stoytt saman við oljupallin, Statfjord A.

Óhappið hendir í sambandi við lassing og lossing, men pallurin liggur stillur fyri tíðina, so hann borar ikki eftir olju.

Norska felagið, Equinor sigur í einum skrivi, at 276 fólk vóru á pallinum, tá ið samanstoyturin hendi og av trygdarávum vórðu 218 av teimum flutt av pallinum á aðrar pallar har um vegir.

Tað tók bara góðar tveir tímar at fáa øll 218 fólkini av pallinum og tað var eingin fólkaskaði, hvørki á pallinum, ella umborð á Sjóborg, sum nú er á veg til lands við egnari maskinmegi.

Equinor skrivar, at nú skal skaåin kannast og kannað verður eisini um olja er likin á sjógv, men fyribils eru ongar ábendingar um tað.

Enn veit eingin, hví óhappið hendi, men sagt verður, at veðrið var gott.