Sixt skrivstovu í Føroyum

Ein av heimsins størstu bilaleigufyritøkum kemur nú til Føroyar. Talan er um donsku deildina av altjóða Sixt felagsskapinum, sum letur bilaleiguskrivstovur upp á flogvøllinum í Vágunum og í Tórshavn.

Sambart Sixt hevur fyritøkan longu nógv føroysk viðskiftafólk, ið brúka Sixt bilaleigu í samband vid frítíðar- og handilsferðir bæði í Danmark eins og øðrum londum. “Hesi viðskiftafólk vilja vit ógvuliga fegin kunna tæna í Føroyum eisini, og harumframt kenna vit okkum í Sixt sera tætt knýtt at teimum norðuratlantisku oyggjunum bæði handilsliga og persónliga”, sigur stórin í Sixt Kasper Gjedsted.


Danski stjórin í Sixt hevur sjálvur ein sera stóran kærleika til Føroyar og til eina gentu úr Suðuroy.

“Eg forelskaði meg í Føroyum fyrstu ferð eg vitjadi landið”, sigur tann danski stjórin Kasper Gjedsted. “Tað sum bergtók meg, fyrstu ferð eg var her, vóru tær vakru oyggjarnar og tað fantastiska gestablíðni, ið eg møtti. Og nøkur ár seinni bleiv eg faktisk forelskaður enn einaferð – hesaferð í einari føroyskari gentu, sum eg møtti undir einum av mínum handilsferðum fyri Maersk”, fortelur stjórin og heldur fram: “Tað er tí eyka deiligt at fáa loyvi til at verða við til at lata upp Sixt bilaleiguskrivstovur her í Føroyum – og tað er eisini sera deiligt at taka ímóti so nógvum føroyskum viðskiftafólki á okkara skrivstovum í Danmark og øðrum Sixt londum”.


Um Sixt 


Sixt vil markera upplatingina av skrivstovunum í Føroyum við at boða tíðindini í nógvum ymsum fjølmiðlum, sum felagið hevur samband við. Tíðindaskrivini sum javnan verða send út, hava fleiri milliónir av lesarum í millum annað Týsklandi, Danmark, Sweis og Frankaríki. Hetta vil seta fokus á Føroyar, og vónandi verða við til at geva íblástur til enn fleiri frítíðar- og handilsferðandi at vitja oyggjarnar.


Sixt er eitt av heimsins størstu feløgum innan bilaleigu, leasing, bilarøkt, limousinutænastu og bilasølu. Sixt hevur skrivstovur í meira enn 90 londum, umsetti í 2007 fyri umleið 13 milliardir danskar krónur og er skrásett á tí týsku fonsbørsini. Sixt er útnevnt sum besta bilaleigufyritøka í Europa og er nýggi bilasamstarvsfelagin hjá SAS í samband vid SAS Eurobonus skipanini. Les meira um Sixt á www.sixt.dk.