Sivic sekkjaður í Serbia

Fyrrverandi venjarin hjá VB, B36 og KÍ, Tomislav Sivic, er koyrdur úr starvinum sum venjari í FC Vozdovac, eftir at liðið hjá honum tapti fýra teir fyrstu dystirnar í serbisku landskappingini

Í summar byrjaði Tomislav Sivic í nýggjum venjarastarvi í felagnum FC Vozdovac, men úrslitini hava verið vánalig, og í gjár fekk Sivic sekkin í felagnum.
Fyrr í ár var ætlanin annars, at Sivic skuldi gerast nýggjur landsliðsvenjari hjá Uganda, men fótbóltssambandið í Uganda kundi ikki halda tær avtalur, sum tað hevði gjørt við Sivic, og tí varð samstarvið av ongum. Ístaðin gjørdist Sivic venjari í FC Vozdovac, sum spælir í fremstu serbisku fótbóltsdeildini.
 
Taptu fýra dystir
Kappingin í Serbia byrjaði herfyri, og tað hevur gingið illa hjá liðnum hjá Sivic.
FC Vozdovac hevur tapt fýra dystir á rað, og tað var ov mikið fyri leiðsluna í felagnum, sum hevur sagt Sivic úr starvinum.
Tað byrjað við tapi fyri Reyðu Stjørnu og Partizan, og tað var at liva við. Tapini ímóti Smederevo og Banat vóru tó ov tung fyri felagið, sum í fjør endaði á fjórða plássi í bestu serbisku deildini.
Í ár var ætlanin, at góða úrslitið skuldi endurtakast, og heiðursmerki og europeiskur fótbóltur er málið hjá felagnum.
 
Nýggjur venjari funnin
Tomislav Sivic var í fleiri ár venjari í Føroyum. Hann byrjaði í VB í 1995, og í 1997 skifti hann til B36, sum hann gjørdi til føroyameistar. Í 2000 og 2001 var Sivic venjari í KÍ, áðrenn hann fór av landinum aftur. Síðani hevur hann starvast heima í Serbia.
Nýggjur venjari hjá FC Vozdovac er 36 ára gamli Dusan Jevric, sum er ættaður úr Bosnia. Hann hevur áður vant feløg í fremstu deildini í Bosnia, og nú skal hann fáa FC Vozdovac aftur á beina kós.