Sivic nýggjur venjari hjá Uganda

Tomislav Sivic, sum hevur vant VB, B36 og KÍ, varð í gjár avdúkaður sum nýggjur landsliðsvenjari í Uganda. Málið hjá Sivic verður at fáa Uganda við til endaspælið um afrikanska meistaraheitið í 2008

Tomislav Sivic var í fleiri ár ein profilur í føroyskum fótbólti. Hann kom miðskeiðis í 90unum til Føroya at venja VB, og seinni vandi hann eisini B36 og KÍ. Eftir at hann gavst sum venjari í KÍ í 2002, fór hann av landinum og hevur síðani virkað sum venjari í heimlandinum.
Nú hevur Sivic fingið eina heilt aðra og øðrvísi uppgávu, tí í gjár varð hann avdúkaður sum nýggjur landsliðsvenjari hjá Uganda.
Sivic, sum nú er 39 ára gamal, hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við fótbóltssambandið í Uganda, og sambært BBC verður árslønin hjá honum umleið 400.000 krónur. Sáttmálin er gjørdur soleiðis, at hann kann leingjast við tveimum árum, um partarnir ynskja tað.
 
Hava álit á Sivic
Formaðurin fyri fótbóltssambandið í Uganda roknar við, at Sivic kann leiða landið til endaspælið um afrikanska meistaraheitið í 2008.
- Vit hava álit á Sivic, og tí valdu vit hann fram um 20 aðrar umsøkjarar. Vit rokna við, at Sivic fer at arbeiða miðvíst á øllum økjum, so vit kunnu náa okkara máli, sigur Lawrence Mulindwa við BBC Sport.
Tomislav Sivic avloysir Mohammed Abbas úr Egyptaland, sum fekk sekkin herfyri, og Sivic byrjar í nýggja starvinum í næsta mánaði.
- Eg eri sera fegin um at koma til Uganda, og eg ælti mær at føra landið til African Nations Cup fyri fyrstu ferð í 30 ár, sigur Tomislav Sivic sambært BBC.
 
Venjari í Serbia
Tomislav Sivic hevur seinnu árini virkað sum venjari í Serbia, hann hevur vant eitt av ungdómslandsliðunum hjá landinum, og hann hevur eisini staðið á odda fyri felagið Smedorovo, ið hevur spælt í bestu deildini. Men hetta samstarvið endaði fyri einari tíð síðani.
Nú Sivic fer til Uganda at starvast, er hann tann triði serbiski venjari, sum roynir seg í landinum. Undankappingin til afrikanska meistaraskapin byrjar í september, og Uganda er komið í bólk saman við Lesotho, Niger og Nigeria.
Uganda hevur ikki verið við í endaspælinum síðani 1978, tá ið teir taptu finaluna 2-0 ímóti vertstjóðini Ghana.