Tað er eftir øllum at døma rættiliga lítið sannlíkt, at Tomislav Sivic verður venjari í Uganda. Sambært lokalum bløðum, so var talan um persónligar trupulleikar hjá Sivic, sum forða honum í hesum, men tað er nú ikki heilt rætt, sigur høvuðspersónurin sjálvur.
- Sáttmálin, sum vit forhandlaðu upp á pláss, er als ikki tann sami, sum nú liggur klárur at skriva undir. Tí vil eg siga, at tað í løtuni er rættiliga ósannlíkt, at eg fari til Uganda, ljóðar staðfestingin úr Budapest, har Tomislav er í løtuni.