Sitrandi list

Stór og dramatisk strok og evarska fínar, næstan skroypiligar strikur. Spenningurin millum listarliga stílin hjá ungu listamonnunum Jan Nystrøm og Bruno fær teirra felags framsýning í Leikalund at sitra og hveppa seg við. Men gnístini hava sína heilt egnu javnvág


- Eina fløsku av reyðvíni ella eina kannu av kaffi á borðið og tónleikin for frá. Perfekt. So kunnu vit báðir fáa  rættiliga nógva tíð at ganga við at mála saman, siga teir báðir Jan Nystrøm og Bruno Eysturstein.
Teir halda tað eisini vera stuttligt at sýna fram saman, tí tað gevur nýggjan íblástur, men listarliga líkjast teir báðir ungu listamenninir ikki nógv. Og tað er kanska júst tí, teirra felags framsýning í Leikalund riggar so væl. Meðan tú gongur millum rúmini, har málningarnir hanga, kemur spenningurin millum stilistiskt figurativa stílin hjá Jan og symbolska, surrealistiska úttrykkið hjá Bruno serliga týðiliga til sjóndar ? sum dragast málningarnir at hvørjum øðrum eina løtu, meðan teir næstu løtu skúgva hvønn annan frá sær aftur.
Dramatiska linjan
Myndin hjá Jan, sum bjóðar vælkomin á framsýningina, hevur heitið Tænarin, hóast Jan ikki rættiliga hevur gjørt upp við seg sjálvan, um hon kanska heldur ímyndar Fanan sjálvan, sum hann situr har, uttan andlit og krógvar okkurt aftanfyri ryggin við aðrari hondini, meðan hann rættir hina fram. Myndin minnir ikki sørt um okkurt hjá Francis Bacon, har menniskja er farið hálvavegna í upploysn, og tematiskt ganga ófullfíggjaðu kropparnir eisini aftur í hinum myndunum, um enn í einum øðrvísi stíli, sum avdúkar hansara fasinatión av linjum.
Tær tríggjar myndirnar við felagsheitinum Andlit minna mest um andlit, høgd í stein, og munurin teirra millum er í grundini bara, at onkur skákar sær eitt vet til síðis. Tað er nokk til at geva myndini eitt heilt nýtt, men ongantíð menniskjaligt úttrykk. Ógvuliga sigandi fyri stílin hjá Jan, hava eyguni í andlitunum ongar pupillur, eins og hansara kroppar ongi andlit hava. Skalt tú leggja nakað symbolskt í hesar myndirnar, er tað freistandi at sipa til maskuspæl og fasadur, men tað er ikki symbolikkurin, sum upptekur Jan mest.
- Eg eri ótrúliga hugtikin av, hvat ein einsamøll linja kann gera við ein málning. Hon kann fáa myndnina at sitra og flyta seg uppá heilt óvæntaðar mátar. Ein einføld strika, og tú hevur ein heilt annan málning. Tað er jú ótrúligt, sigur Jan.
Einfaldi men samstundis yvirdramatiseraði stílurin hjá Jan hevur okkurt stumfilmakent yvir sær. Og Jan dylur heldur ikki yvir, at týsku ekspressionistisku filmarnir frá 1920unum, so sum Nosferato og Metropolis, eru ein av høvuðskeldunum til íblástur.
List í kaffi
Í listaheiminum hjá Bruno er tað spenningurin millum kaos og ró sum hugtekur, ikki bara soleiðis í allari almindeligheit, men í sínum mest ekstrema úttrykki, sum tað serliga kemur til sjóndar í myndunum av akrobatinum. Hvørja ferð hann vísir seg, er tað í onkrari yoga líknandi støðu, har hvør smálutur, heilt niður í minstu fingurnegl er teknaður út í æsir. Í fleiri av myndunum er sami akrobatur samstundis umgyrdur av einum kaosi av blóreyðum plettum, sum mestsum eru slettir niður á myndina av tilvild.
Myndirnar ?Skóg? eru meir einsháttaðar og róligar, men framvegis eitt áhugavert eksperiment. Tær eru nevniliga málaðar á høvdinum og síðani vendar við. Hvønn veg, tú velur at venda teimum, er upp til tín, men munurin millum kensluna av at verða togaður uppeftir ella niðureftir gjørdist rættiliga týðiligur, tá listamaðurin vendi aðrari myndini við.
Hóast symbolska og súrrealistiska myndamálið gongur aftur í flestu myndunum hjá Bruno, tykist tað, sum at tað serliga eru tilfarsligu og teknisku eksperimentini, sum er størsta drívmegin. Tað er onki at ivast í, at Bruno fyrst og fremst er ein framúrskarandi teknari, sum er sera tilvitaður um, hvørji úttrykk hann kann mana fram við teimum ymsu teknikkunum. Hann aftar seg eitt nú ikki við at stoyta kaffi út yvir eina mynd fyri at fáa hana at bugla og skrædna í støðum, áðrenn hann fer afturum aftur við sínum fína pensli.
Bruno er annars listamaðurin aftarfyri fløguhúsan á ?Havsglóð? hjá Knúti Eysturstein, har hann roynir seg við tí aldargamla steinprent teknikkinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð við síggja hesar báðar ungu listamenninir á felags framsýning. Í fjør vóru teir síggja í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og verður tað upp til teir báðar, verður hetta ikki seinastu ferð, teir sýna fram saman.
- Tað er feitt, øðrvísi og gevur málningunum eitt nýtt perspektiv, siga teir báðir, sum í øllum førum eru eitt frískligt lot í føroyska listaumhvørvinum beint nú.