Sita og sjabba á Pállsoyruni

Lítla løtu eftir, at benkrirnir vóru komnir upp at standa, sótu menn og prátaðu í sólini.

Í gomlum døgum plagdu menn at stytta sær stundir undir Pollastovu í Sørvági.

 

- Tað, sum var at frætta úr stóru verð, høvdu teir hoyrt hjá norðmanninum og sum innanoyggjatíðindi í útvarpinum.

 

Hinvegin vóru tey lokalu tíðindini at frætta undir Pollastovu. Men tíðin fer við øllum.

 

- Teir fækkast, sum standa undir handlinum hjá Sannu, sum Pollastova nú eitur.

 

Tí hevur Sørvágs kommuna gjørt 
eina roynd at bøta um hetta og hevur sett tveir beinkir upp á Pállsoyruni, sum er granni hjá Pollastovu.

 

- Lítla løtu eftir, at benkrirnir vóru komnir upp at standa, sótu hesir so fittir og hugnaðu sær í vársólini, f.v.: Christian, Marius, Mourits og Ólavur.

 

Tað sigur Sørvágs kommuna.