Sita enn og tosa um at fáa enda á verkfallinum

Tað er framvegis gongd í málinum. Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

 

Í morgun boðsendi hann ljósmøðrunum og lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum til fundar í eini roynd at fáa ein enda á verkfallinum hjá ljósmøðrunum, sum nú hevur vart í næstan tvær vikur.

 

Nú klokkan nærkast trý seinnapartin, sigur Terje Sigurðsson, at partarnir sita enn og tosa saman um at finna eina loysn á verkfallinum. Partarnir sita bæði hvør sær, og saman, og umrøða, hvørjir møguleikar eru, og so leingi tað er gongd í málinum, er sjálvsagt ein vón, sigur semingsmaðurin.

 

Og hann sigur, at partarnir verða saman, til teir finna eina semju, ella til vónir eru fyri eini semju, ella til ongin vón fyri semju er eftir á hesum sinni, og heldur verkfallið fram.

 

Hesa tíðina, verkfallið hevur verið, hava ljósmøðurnar bara kunna veitt mammum og børnum teirra bráneyðuga hjálp og ikki ta fullu, góðu tænastuna, tey vanliga fáa og hava rætt til, segði  felagið í gjárkvøldið.