Sissal við nýggjum savnið


Í morgin, leygardagin, gevur Sissal kampmann nýtt yrkingarsavn út.

 

Savnið hevur fingið heitið, 4D, og tað er í fýra pørtum. 

 

Heitið á savninum kemst av at tað er í fýra pørtum og av, at allir partarnir byrja við bókstavinum, D: Deyðin, Dreymarnir, Deyðatroytti gerandisdagur og Deyðssyndirnar. 

 

Evnini í savninum er fyrst og fremst menniskjaveran, menniskjalívið.

 

- Tað snýr seg um tað trídimensionella, men fjórða dimensiónin, rúmtíðin, fortíð, nútíð, framtíð, sum Einstein tosar um í sonevndu relativitetsteoriini, har rúm og tíð eru óloysiligir komponentar í einum abstraktum strukturi, er serliga sjónlig í savninum, sigur høvundurin sjálvur um savnið. 

 

Heimið og heimini spæla ein stóran leiklut í savninum, har eg´ið leitar aftur í tíðina til støð, ið vóru, til støð, sum eru, til støð, sum finnast í andanum og kenslunum, tí fysisku, likamligu verðini og í dreymaverðini.

 

Evnisliga setur 4D spurningar til tað, at koma til sættis við upphavið og til tær røtur, eg-persónurin í savninum er komin úr, er vorðin ein partur av, er leysur av og úr, vendir aftur til, leggur afturum seg. 

 

- Eg´ið leitar aftur til barndómin, til ungdómin, til vaksinlívið og til tann sannleika, at lívið einaferð er liðugt. Ein roknskapur, vit eru sett at gera hvør sær.