Sirið Stenberg til Sands

Tað verður landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, sum fer at halda grækarismessurøðuna á Sandi.

Leygardagin, 12. mars, sum er grækarismessa, verða grækarismessuhald kring um landið. Soleiðis verður eisini á Sandi henda dagin.

 

Á Sandi, har grækarismessuhaldið verður klokkan 14 á Mørkini Miklu, fer landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, at halda røðu.

 

Tá grækarismessuhaldið er liðugt, verða øll boðin inn í hølini hjá Sands kommunu á Mørkini Miklu til okkurt gott etandi og leskandi.