Sirið vil hava bíðitíðina hjá sjúklingum niður

Starvsfólkatalið er skert og tí er bíðitíðin ov long, men tað fer landsstýriskvinnan nú at taka upp sum skjótast

Hesi seinastu árini er talið á teimum starvsfólkum, sum passa MR-skannaran á Landssjúkrahúsinum, skert eitt hálvt starvsfólk.

Samstundis er talið á skanningum munandi økt, og tað merkir, at bíðitíðin hjá sjúklingum at sleppa í skannaran, er long.

 

Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur spurt hana, hvussu long bíðitíðin er hjá fólki við trupulleikum í rygginum, at sleppa í skannaran.

 

Sirið Stenberg sigur, at í 2014 vórðu 316 fólk skannað í MR skannaranum, men í fjør vaks talið upp í 373 fólk.

 

Men tá ið starvsfólkatalið er lækkað, merkir tað, at skannarin verður ikki gagnnýttur til fulnar, men stendur óvirkin ein part av tíðini. Og tá ið talið á sjúklingum, sum verða send í skannaran, samstundis er økt, merkir tað, at bíðitíðin er vorðin ov long, sigur Sirið Stenberg.

Hon nevnir kortini einki um, hvussu long bíðitíðin er.

 

Men hon sigur, at hetta er ikki ein nøktandi støða, og tí er hetta ein spurningur, hon fer at taka upp sum skjótast. Og í hesum sambandi fer hon at tosa við landssjúkrahúsið um, hvat kann gerast fyri at fáa bíðitíðina niður.

 

Annars er talið á sjúklingum, sum eru í CT skannaranum, eisini munandi økt. í 2014 vóru 349 fólk í CT skannaranum, í fjør vóru 409 fólk í tí skannaranum.