Sirið Stenberg er ikki sinnað at leggja frá sær

Miðflokkurin heldur, at Sirið Stenberg skal koyrast frá sum landsstýriskvinna, men tað er hon ósamd í

– Ístaðin fyri at leggja frá mær, vil eg heldur vera til arbeiðis og royna at finna fleiri pengar!

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Miðflokkurin hevði landsfund fríggjakvøldið har staðfesti Jenis av Rana, formaður í flokkinum, at hann skilti ikki, at Sirið Stenberg ikki verður koyrd frá sum landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Tað veit Sosialurin, sum kemur út nú seinnapartin, at siga frá landsfundinum.

 

Orsøkin til, at Miðflokkurin vil hava Sirið Stenberg frá, er, at játtanin, sum ætlanin er, at Landssjúkrahúsið skal fáa næsta ár, er so lág, at tað verður neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk.

 

Sirið Stenberg sigur, at tað mugu tey í Miðflokkinum fegin halda, men hon fer so ikki at vera teimum til vildar, tí hon ætlar sær ongan veg.

 

Hon sigur, at ístaðin fyri at leggja frá sær, ætlar hon at arbeiða fyri at útvega Landssjúkrahúsinum meiri pening, so at tað slepst undan sparingum, ella at sparingarnar í hvussu so raka so lítið sum gjørligt. Og hon heldur, at tað hevði verið hóskandi, at Miðflokkurin heldur tók lut í tí arbeiðnum.

 

Hon vísir aftur, at hon hevur sett játtanina til Landssjúkrahúsið so lága, at tað skal vera neyðugt við umfatandi sparingum.

 

– Tá ið vit løgdu uppskotið til fíggjarlógina fram, var tað við grundarlagið í teimum tølum, vit høvdu kunnleika til tá, og eftir teimum hevði Landssjúkrahúsið at kalla sloppið undan sparingum.

 

– Vit vistu at játtanin fór at vera tepur, og at tað fóru at mangla nakað av pengum í, kanska einar sjey milliónir. Men vit høvdu eisini sett ætlanir út í kortið, sum fóru at vinna tað mesta av tí innaftur, kanska alt, sigur hon. Men hon leggur afturat, at hon er ikki komin so langt við teimum ætlanunum, at tað ber til at siga nakað um tær alment.

 

Hinvegin hevur hon áður ført fram, at á nýggjárinum skal Heilsuverkið ikki longur taka ábyrgdina av teimum sjúklingum, sum mugu verða liggjandi á sjúkrahúsi, eftir at teir eru liðugt viðgjørdir, so í tí sambandi sparir Landssjúkrahúsið eisini nakað av pengum. Men tað eru eisini aðrir møguleikar fyri broytingum, sum ikki raka sjúklingar, men tað er komið so stutt við tí, at tað ber ikki til at siga nakað.

 

– At Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri 16 milliónum afturat næsta ár fyri at sleppa undan sparingum, eru nýggir upplýsingar, sum ikki hava verið tøkir fyrrenn nú, Fíggjarnevndin hevur tikið fíggjarlógina til viðgerar, og  tí hevur tað ikki borið til at lagt fyri tí, sigur Sirið Stenberg.

 

Annars er játtanin til Landssjúkrahúsið hækkað einar átta milliónir. Men harafturat er ein pulja upp á fimm milliónir játtað, sum er markað til at útvega fleiri serlæknar fyri. Og harafturat er eisini ein góð millión játtað, sum er markað til at lata hava ta einu skurðstovuna fult virkisføra, umframt at peningur eisini er settur av til demenssamskipara.

 

Sirið Stenberg sigur, at hon nú fer hon at virka fyri at játtanin hækkar fyri at sleppa undan sparingum, ella í hvussu so er, sum minst.

 

Heilsuverkið hevur verið í andgletti og Sirið Stenberg ásannar, tað er eitt sera vánaligt tekin frá politikarunum at boða frá enn fleiri sparingum, so at bíðilistar fara at leingjast og at starvsfólk verða søgd úr starvi.

 

– Politikarar mugu viðurkenna, at Heilsuverkið verður alsamt dýrari og tí vóni eg, at politisk undirtøka verður fyri at hækka játtanina, sigur Sirið Stenberg.

 

Les meiri í Sosialinum, sum kemur út í dag, mánadagin