Sirið næstforkvinna í Tjóðveldi

Sirið Stenberg er nú næstforkvinna í Tjóðveldi.

Á Flokstingi floksin í gjárkvøldið varð hon vald til næstforkvinnu, fyri Tórbjørn Jacobsen, sum var næstformaður.

Næstformaðurin skal vera fólkavaldur politikari, og tí kundi Tórbjørn Jacobsen ikki vera longur.

Tvey valevni vóru til næstformann, Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg og tá ið avtornaði varð Sirið Stenberg vald.

Tórbjørn Jacobsen var eisini í uppskoti til lim í starvsnevndini fyri Jónfríð Hjelm, men hann varð ikki valdur, tí Jónfríð Hjelm varð afturvald.

Á myndini er Sirið Stenberg við dóttrini Ásgerð í fanginum, men hon helt, at politikkur var so troyttandi, at hon sovnaði.