Um tvey ár skulu føroyingar sjálvir ráða yvir familjurættarliga økið. Tað boðar Heilsu- og Innlendismálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag, eftir fund millum Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum, og Karen Ellemann, danski sosial- og innanríkisráðharrin.
Høvuðsevnið á fundinum millum Sirið Stenberg og Karen Ellemann var famijurættarliga økið. Á fundinum undirskrivaðu tær eina avtalu um, at málið verður raðfest av báðum pørtum, og miðað verður ímóti, at familjurættarliga økið verður yvirtikið skjótast til ber og í seinasta lagi á ólavsøku 2018.
Eitt annað mál, ið hevur vakt ans í bæði Føroyum og Danmark, ættleiðing úr Etiopia, var eisini á skránni á fundinum. Í gjár upplýsti Karen Ellemann í svari til ein spurning frá Magna Arge, fólkatingsmann fyri Tjóðveldi, at tey pør, ið hava staðið á bíðilista til ættleiðing av børnum frá Etiopia, ikki fáa nakrar sersømdir frá danska statinum, men mugu fara aftast á listan. Fólkatingsmaðurin reisti spurningin í kjalarvørrinum av, at danski staturin hevur steðga allari ættleiðing frá afrikanska landinum.
Fleiri føroyingar eru raktir av broytingini, og Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur eisini reist málið í Føroyum.
Fundurin í gjár tykist tó ikki at hava broytt nakað, tí í tíðindaskrivinum sent fjølmiðlunum verður bara staðfest, at Sirið Stenberg og Karen Ellemann vóru samdar um, at málið er ein partur av familjurættarliga økinum.










