Danska stjórnin er nú farin undir at viðgera málið um at broyta hjúnabandslógina, soleiðis at samkynd kunnu sleppa at giftast borgarliga í Føroyum.
Tað upplýsir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í familjumálum. Og hon leggur afturat, at hon fer at halda grýtuni í kók, tí hon fer at fylgja væl við viðgerini í Danmark fyri at tryggja sær, at gongd er í málinum.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, hevur spurt hana, hvussu verður við málinum eftir at løgtingið samtykti at broyta hjúnabandslógina.
Talan er um eitt danskt málsøki, og tískil er tað danska Fólkatingið sum skal samtykkja at briyta hjúnabandslógina, so at samkynd kunnu giftast í Føroyum.
Sirið Stenberg sigur, at beint eftir at uppskotið varð samtykt, fekk Ríkisumboðið eitt undirskrivað ríkislógartilmæli frá løgmanni.
- Ríkisumboðið hevur síðani sent ríkislógartilmælið víðari til Sosial- og innlendismálaráðið og Løgmálaráðið í Danmark
Síðani hevur landsstýriskvinnan eisini sjálv vent sær til danska Sosial- og innlendismálaráðið við fyrispurningi um víðari gongdina í hesum málinum, og nær broytingin væntandi kann setast í gildi.
- Sosial- og innlendismálaráðið í Danmark hevur fyribils boðað frá, at tey viðgera í løtuni, hvussu samtyktu broytingarnar í hjúnabandslógini kunnu fremjast í verki, sigur Sirið Stenberg.
Men hon ásannar eisini, at av tí, at talan er um danskt málsøki, eru tað danskir myndugleikar, sum gera av, hvussu gongdin verður og tískil er tað enn óvist, hvussu víðari gongdin verður.
Annars sigur hon, at avtala er gjørd við danskar myndugleikar um, at føroyingar skulu yvirtaka alt málsøkið, og at hetta gongur eftir ætlan.
- Miðað verður ímóti, at familjurættarliga økið verður yvirtikið skjótast til ber og í seinasta lagi á ólavsøku 2018, sigur Sirið Stenberg
- Arbeitt verður somuleiðis við at fremja tær samtyktu broytingarnar í hjúnabandslógini skjótast til ber, leggur hon afturat.