Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, hevur ofta sagt, hvussu fegin hann er um tey 17 árini, sum hann higartil hevur havt Ryan Giggs millum sínar spælarar. Men leygardagin visti Fergie ikki reiðiliga, hvat hann skuldi siga, eftir at innskifti Giggs við tveimum assistum hevði tryggjaði sigurin móti Stoke. – Hesa feðr má eg bara siga, at eg havi eingi orð eftir at siga um spælaran, staðfesti ein stórsmílandi Alex Ferguson eftir dystin.