Sir Alex: Rooney vil vekk

Seinastu vikuna hevur nógv verið sagt og tosa um Wayne Rooney og at hann vil vekk úr Manchester United. Í dag klokkan tvey kom so staðfestingin, tá Sir Alex Ferguson hevði tíðindafund á venjingarøkinum í Carrington.

 

- Eg var á kontórinum tann 14. august, tá David Gill(Høvðusstjórin í Manchester United) fortaldi mær at hann hevði tosa við umboðsmannin hjá Rooney. Umboðsmaðurin hevði fortalt honum, at Rooney ikki fór at leingja sáttmálan, segði Sir Alex Ferguson á tíðindafundinum.

 

- Tá eg so sá David segði hann við meg, at hann ikki kundi trúgva tí og tað kann eg heldur ikki. Eg skilji tað als ikki, tí fyri nøkrum fáum mánaðum síðani segði Rooney, at hann er í heimsinsstørsta felagið og at hann vildi verða her restina av síni tíð, segði Sir Alex Ferguson víðari.

 

 

- Eg eri vónbrotin av tí sum fjølmiðlarnir bera fram fyri tíðina, tí vit hava gjørt alt fyri Wayne síðani tann minuttin hann kom til felagið, sigur Sir Alex Ferguson.

 

Fjølmiðlarnir í Onglandi meta Real Madrid ella arvafíggindarnir, Manchester City, verða favorittar at keypa 24-ára gamla Wayne Rooney. Eisini Arsenal, Barcelona og Chelsea eru nevnd í tí sambandi.

 

Dailymail.co.uk hevur ein sjónbanda brot frá tíðindafundinum, ið var fyrr í dag. Tað kann síggjast her.

 

www.dailymail.co.uk/sport/football/article-1321862/Sir-Alex-Fergusons-Wayne-Rooney--press-conference-video.html