Enska Fótbóltssambandið hevur valt at ákæra venjaran hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, eftir hansara viðmerkingar eftir 1-1 javnleikin móti Tottenham.
Manchester United og Sir Alex Ferguson kendu seg snýttar fyri eitt brotsspark, tá Wayne Rooney fór umkoll í brotsteiginum hjá Tottenham. Eftir dystin var Sir Alex ikki blíður við hjálpardómaran, sum stóð tættast við hendingina.
- Tað var ongin kjansur, at hann fór at døma brotssparkið til okkum. Hann dømdi alt til teirra fyrimun, segði Sir Alex Ferguson millum annað, og vísti á at umtalaði hjálpardómarin eisini fyrr hevur gjørt Manchester UNuted órætt, tá Didier Drogba skoraði á Old Trafford fyri nøkrum árum síðani.
71 ára gamli Alex Ferguson hevur til fríggjadagin at svara upp á ákæruna.










