Sir Alex gyltur í bronsu

Sir Alex Ferguson er ein livandi legenda í Manchester United. Í dag er hann gyltur í bronsu uttanfyri Old Trafford.

 

Sigur tú Sir Alex Ferguson, so sigur tú eisini Manchester United. Í 26 ára hava skotski venjarin og enska stórfelagið gingið hond í hond. Tað er blivið til ikki minni enn 12 ensk meistaraheiti, tvey Champions League heiti, fimm FA Cup sigrar og fýra Liga Cup sigrar.

 

Í dag hevur Manchester United kunngjørt eina standmynd av 70 ára gamla Sir Alex Ferguson. Tann næstan tríggjar metrar høga standmyndin var kunngjørd frammanfyri gestum sum Eric Cantona, Ole Gunnar Solskjær og núverandi hópinum hjá Manchester United.

 

Tað var konan hjá Sir Alex Ferguson, Cathy Ferguson, sum avdúkaði standmyndina. Hon er einasti persónurin í heiminum, sum kann seta Sir Alex upp á pláss.

 

- Onkur má hava tamarhald á mær. Hon er tann einasta sum kann, segði Sir Alex Ferguson.

 

Manchester United hevur uppkalla aðru langsíðuna eftir núverandi venjaranum, sum hevur heitið; “Sir Alex Ferguson Stand”.

 

Sir Alex Ferguson og Manchester United spæla í morgin móti QPR, sum fyri løtu síðan fekk nýggjan venjara í Harry Redknapp.