Venjarin hjá Manchester United váttar, at hann ætlaði at keypa ein leikara afturat danska málverjanum, Anders Lindegaard, í januar flytingarvindeyganum. - Eigarar við milliardum á bankabókini hava vent spælaramarknaðinum á høvdið og vit hava ikki ráð bara at sita og hygga at. Tað haldi eg nú heldur ikki at vita gera sjálvt um vit ikki gjørdu nógv um okkum í januar. Orsøkin er, at vit hava gjørt okkara heimaarbeiði og vita hvønn vit vilja hava, sigur Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United við United Review.
Meðan Chelsea, Liverpool, Aston Villa og Sunderland keyptu og seldu fyri yvir milliardina í januar, so hoyrdist lítið og einki til Manchester United og Sir Alex Ferguson. Ein góðan mánað áðrenn flytingarvindeygað opnaði boðaði felagið frá, at teir høvdu keypt fyrrverandi OB málverjan, Anders Lindegaard, frá norska Ålesund, men tað var eisini einasta flytingin til Manchester United.
- Eg var áhugaður í einum leikara í januar, sum eg væntaði at fáa til felagið. Allir partar vóru tó ikki áhugaðir í at fáa handlin ígjøgnum, so vit mugu royna aftur í summar, sigur Sir Alex Ferguson víðari.
Tað eru fleiri gitingar um, at talan er um Ashley Young hjá Aston Villa.