Sinn Fein krevur ávirkan eftir valið í Írlandi

Tað hevði verið ódemokratiskt at útilokað Sinn Fein frá at koma í stjórn í Írlandi, sigur floksleiðari.

Írski tjóðskaparflokkurin Sinn Fein er tilreiðar at fara í stjórn í Írlandi, og tað vildi verið ódemokratiskt at útilokað flokkin.

Tað sigur Mary Lou McDonals, floksleiðari.

– Eg góðtaki ikki at vit verða útilokað, ein flokkur, sum nú umboðar fjórðingin av fólkinum. Tað hevði verið grundleggjandi ódemokratiskt.

Kanningar á valstøðunum benda á, at sera javnt er millum Sinn Fein og teir báðar mið-høgraflokkarnar, Fine Gael og Fianna Fail, sum hava verið ráðandi í írskum politikki í áratíggju.

Báðir flokkarnir hava higartil útilokað at býta valdið við Sinn Fein.

Søguliga hevur Sinn Fein verið tann politiski vongurin av undirgrundarherinum IRA, sum í langt áframál stríddist ímóti bretskum stýri í Norðurírlandi.

Flokkurin hevur nú enduruppfunnið seg sjálvan sum týdningarmesta vinstraflokkin. Tað hevur ført til 22,3 prosent av atkvøðunum sambært kanningum á valstøðunum frá 13,8 á valeinum seinast.

Í kanningini sent valkvøldið í gjár lá Fine Gael, sum forsætisráðharrin Leo Varadkar umboðar, lið um lið við Sinn Fein.

Men Varadkar gjørdi í dag greitt, at ein samgonga milluM Fine Gael og Sinn Fein er ikki ein møguleiki.

– Men vit eru fús at tosa við aðrar flokkar, sigur hann.

Teir báðir flokkarnir stóðu ákvikavist at fáa 22,4 og 22,3 prosent av atkvøðunum.

Kanningin, sum var gjørd fgyri The Irish Times og almenna sjónvarpið RTE, gav andstøðuflokkinum Fianna Fail 22,2 porsent.

Endaliga úrslitið av valinum kemur kanska ikki fyrr enn í morgin – og kanska seinni.

/ritzau/