Singer/songwriter og open mic kvøld í Margarinfabrikini

Fríggjakvøldið 7. mars kl. 21 verður singer/songwriter og open mic kvøld í Margarinfabrikkini.

Jóan Petur á Stongunum, Eva Maria Bláhamar, Lív Eklund og Ása Wraae fara at framføra.

 

Tú kanst eisini gera títt íkast til kvøldið við eitt nú at syngja ein sang ella lesa eina yrking.

Øll eru vælkomin, og tað er ókeypis atgongd hetta kvøldið.