Singapore smurdi Føroyar av

Helgi Dam Ziska á fyrsta borði megnaði remis, og hetta hálva stigið var einasta úrtøkan í dag

Tað gekk av skriðuni, tá ið Føroyar í dag telvaðu ímóti Singapore í talv OL í Tromsø. Føroyar løgdu rygg til stórtap. Singapore vann 3 ½ - ½ . Hetta er aðru ferð í hesi kappingini, at Føroyar tapa so stórt. Fyrra ferðin av í 2. umfari, tá ið Belgia vann við somu tølum.

Ímóti Belgia var Helgi Dam Ziska á fyrsta borði tann einasti, sum megnaði at vinna eitt hálvt stig, og aftur í dag var Helgi einasti føroyingurin, sum megnaði at vinna úrtøku. Ìmóti GM Zhong Zhang, ið hevur so høgt styrkistal sum 2611 var úrslitið ½ - ½.

Hinir tríggir føroyingarnir – Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen taptu.