Singapore ætlar at avtaka eina lóg, sum higartil hevur bannað kynsligum sambandi millum menn í landinum.
Tað upplýsti forsætisráðharrin, Lee Hsien Loong, í gjár.
Hann leggur tó dent á, at stjórnin í Singapore framvegis metir hjúnabandið sum verandi millum mann og kvinnu.
Forboðið ímóti kynsligum sambandi millum menn stavar frá bretsku hjálandatíðini. Singapore var bretskt hjáland í næstan 150 ár fram til sekstiárini.
Undangongfólk fyri rættindum hjá samkyndum hava leingi hildið, at afturhaldssinnaðu reglarnar í Singapore stríða ímóti dagsins mentan í landinum. Fólkið er seinastu árini vorðið alsamt meira modernað og margfalt.
Forsætisráðharrin segði eisini í gjár, at landið hevur broytt seg. Samkynd »verða í størri mun góðkend«, sum hann orðar seg.
– Tíðin er nú komin til at seta sær sjálvum grundleggjandi spurningin um, hvørt kynsligt samband millum menn skal vera ein brotsgerð.
– Stjórnin tekur lógina aftur og avkriminaliserar kynsligt samband millum menn. Eg haldi, at tað er tað rætta at gera, og at tað er tað, sum flestu borgarar í Singapore kunnu góðtaka, sigur forsætisráðharrin.
Sjálvt um lógin verður avtikin, so er stjórnin í Singapore framvegis ikki til reiðar at viðurkenna hjúnaband millum samkynd.
– Flestu fólk í Singapore ynskja ikki, at avtøkan av lógini skal føra til víðgongdar broytingar í sosialu normum okkara, sigur forsætisráðharrin.
Hann leggur dent á, at landsins lóg tí framvegis sigur, at »bert hjúnaband millum mann og kvinnu eru viðurkend í Singapore«.
Fyrsta royndin í Singapore at taka av forboðið ímóti kynsligum sambandi millum menn var í 2014 í landsins kærudómstóli. Tann royndin miseydnaðist.
Í 2018 var ein líknandi lóg frá hjálandatíðini tikin av í hægstarætti í India.
Tað gav fólki í Singapore blóð á tonna at gera ein roynd afturat.
/ritzau/AFP











