Símun Rógvi Hansen hevur eftir øllum at døma gjørt sáttmála við NSÍ. Símun Rógvi hevur í ár spælt við B71, men hevur árini frammanundan spælt í bestu deildini við góðum úrslitum.
Les eisini:Tórður Thomsen steðgar í B36
Sum skilst, so leitar NSÍ eftir at styrkja sær um málmanspostin og møguliga verjuna. Hóast Tórður Thomsen og Kristian Joensen báðir hava sín uppruna í NSÍ, so verður tað helst heimasandsmaðurin Símun Rógvi Hansen, sum kemur at verja málið hjá NSÍ.
Símun Rógvi vil ikki vátta fyri in.fo, at hann skiftir til NSÍ, men váttar at hann ikki heldur fram í B71. Hann er 28 ára gamal og hevur umframt B71, eisini spælt við HB og AB.
Í 2013 stóð hann seg so væl í AB, at hann bleiv úttikin til landsliðið á fyrsta sinni. Í 2014 fór hann niður í lestrarørindum, men kom í ár aftur til føroyskan fótbólt.
Les eisini:Trý feløg krígjast um Tórð Thomsen
B36 boðaði í dag frá, at Tórður Thomsen ikki heldur fram í felagnum, so hann endar eftir øllum at døma í KÍ. Kristian Joensen hevur í ár spælt við 07 Vestur, men eitt skifti til NSÍ hevur ikki veið upp á tal.
NSÍ liggur í løtuni á øðrum plássi í Effo-deildini.