Símun Rógvi fegnast um fyrsta útisigurin

Erling Jacobsen heldur, at Víkingur hevði ein off-dag

Effodeildin: Á Argjum fegnast tey um fyrsta útisigurin í ár. Símun Rógvi Hansen í AB-málinum var ein høvuðsatvoldin til, at tað eydnaðist AB at knógva Víkingi á útivølli, tá hann við einari fantom-bjarging bjargaði einum góðum stútara frá Finni Justinussen. 

 

Símun Rógvi segði við Trónd Arge á Rás2, at teir í AB vistu, at teir høvdu møguleikan í dag.

 

Virkandi liðskiparin hjá Vìkingi, Erling Jacobsen duldi ikki, at liðið hjá honum hevði ein totalan off-dag. Hugtungur ásannaði Erling Jacobsen, at Vìkingur er í holt við at gera sama niðurtúr teir gjørdu, aftaná steypasigurin í fjør. 

 

Uppiyvir myndini ber til at hoyra tað, sum Símun Rógvi Hansen og Erling Jacobsen søgdu við Trónd Arge aftaná dystin.