Símun er aftur í barndómsfelagnum

B36 ber í morgun boð um spælara, sum næsta ár flytur til felagið

Sunnudagin setti B36 punktum fyri ársins landskapping, tá ið tað endaði við 2-0 tapi í Runavík. Tað bar við sær, at B36 endaði á fimta plássi, og at møguleikin hjá B36 at vinna seg í europeiska kapping næsta summar nú er treytaður av, at tað eydnast felagnum at vinna kappingina um løgmanssteypið.

 

Samstundis sum felagið fyrireikar seg til hálvfinalurnar í steypakappingini ímóti Víkingi – leygardagin 20. november á útivølli og sunnudagin 28. november á heimavølli – so verður næsta kappingarár fyrireikað. Í tí sambandi er tað, at B36 í morgun ber boð um fyrsta spælaran, sum legst aftrat. 

 

Felagið skrivar soleiðis:

 

Símun Sólheim er eitt av heilt spennandi nøvnunum í føroyskum fótbólti. Framrættaði spælarin, sum kann røkja pláss á bæði kantinum og mitt fyri, er B36’ari av uppruna, men nøkur av ungdómsárunum var hann hjá grannunum, og seinastu tvey árini hevur hann veruliga prógvað seg sum Betri-spælara í EB/Streymi.

 

Nú verður tað tó hjá okkum, at Sólheim skal royna seg, og sjálvur heldur hann, at hetta er rætta fetið í framhaldandi menningini hjá sær.

 

- Eg havi havt tvey góð ár í EB/Streymi, har eg havi trivist væl, spælt nógv og ment meg nógv. Men eg haldi eisini, at tíðin nú er tann rætta hjá mær at taka næsta stóra fetið, og har passar B36 sum fótur í hosu hjá mær.

 

Vit halda eisini, at Símun passar sum fótur í hosu hjá okkum, og ikki minst fegnast vit um, at spælarin nú aftur er heima í felagnum, har fótbólturin byrjaði. Og tað passar eisini Símuni væl.

 

- Tað er eitt sindur sum at koma heim. Eg havi vant tvær ferðir við nýggju liðfeløgunum, og eg havi alt fyri eitt kent meg sum heima, so eg gleði meg, til eg aftur kann tørna út fyri felagið, sigur Símun Sólheim