Sylvan Richardson frá kenda bretska bólkinum Simply Red er massørur hjá tí kenda enska fótbóltsfelagnum, Liverpool FC Núverandi massørurin hjá Liverpool fær dagliga áminningar um sína fortíð í bólkinum Simply Red.
- Hjálparvenjarin, Sammy Lee syngur ?Money´s Too Tight To Mention?, tá hann sær meg. Lee hevur eina rættiliga góða sangrødd, sigur Sylvan Richardson við norska TV2.
Richardson byrjaði Simply Red saman við sangaranum, Mick Hucknall í 1983. Fyrsta plátan ?Picture Book? frá 1985 gav bólkinum heilar fimm platinplátur, umframt eina platinplátu í USA. Næsta plátan ?Men And Women? gav bólkinum tríggjar platinplátur í Bretlandi.
Aftaná eina væleydnaða, heimsumfatandi konsertrøð við ?Men And Women? gjørdist Richardson troyttur av lívinum sum popptónleikari, og hann flutti til New York fyri at granska seriøsan tónleik.
Seinni fór hann so undir at lesa til massør, og tað hevur so givið honum møguleikan at verða massørur hjá einum av heimsins best umtóktu fótbóltsfeløgum.
Tað eru ikki nógvar gamlar rock-stjørnur sum vinna til lívsins uppihald í Premier League. Men tað eru søgur um teir, sum kundu havt mist eina spennandi yrkisleið innan tónleikin, orsaka av fótbóltinum.
Bassisturin, Steve Harris var ein av stóru vónunum í ungdómsdeildini hjá West Ham United. Gittarspælarin hjá The Smiths, Johnny Marr royndarvandi bæði við Nottingham Forrest og Manchester City í sínum ungu døgum. Johnny Marr segði við bretska fótbóltsritið ?Four-Four-Two?, at hann var nóg góður at fáa sáttmála við City, men at leiðslan í Manchester City ikki dámdi, at hann brúkti ?Eyeliner?.