Við málum í avgerandi løtunum og við sínum 10 málum var Simona Petersen høvuðsatvoldin til, at Stjørnan megnaði at koppa VB í steypafinaluni hjá kvinnum seinnapartin. Tað var tó ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at Stjørnan rann undan VB og tryggjaði sær steypasigurin við 27-23-sigri eftir hálvleiksstøðuna 13-10. VB hevði stutt undan leikloki møguleikan at minka um munin niður í eitt mál, men eftir misnýttan frían málmøguleika rann Stjørnan av álvara avstað og avgjørdi dystin.
Gongdin í dystinum kann síggjast umvegis beinleiðis frásøgnina, sum vit høvdu frá dystinum, niðanfyri:
Undan dystarbyrjan: Stjørnan hevur royndirnar á sínari síðu undan finaluni. Hetta er níggjunda árið á rað, at Stjørnan er í steypafinaluni hjá kvinnum. Av teimum átta hava tær vunnið seks ferðir, seinast fyri tveimum árum síðani, tá ið tærvunnu 29-22 á VÍF. Seinast VB var í finaluni, var í 2007, tá ið tær taptu 28-31 ímóti júst Stjørnuni.
Lagt er upp til eina spennandi finalu! Høllin er fult stúvað og kappingin um at larma mest av áskoðaraplássunum er hørð. Liðini hava hitað upp og eitt korter undan dystinum eru liðini farin skifta, meðan øll bíða spent eftir at liðini koma á vøllin.
5min.: 3-2 til VB. VB hevur lagt bragdligari fyri og hevur lættari við at bróta ígjøgnum, meðan Stær úr Stjørnuni eru meiri ótolnar í álopspartinum og hava misnýtt nógv longu nú.
10min.: 4-4. Enn stendur VB væl í verjupartinum og heldur Stjørnuni frá leiðsluni, men VB hevur eisini gjørt nógvar villur í álopsspælinum og hevur ilt við at skora mál í løtuni.
15min.: 6-6. Liðini royna at spæla seg ígjøgnum og at kalla eingin roynir seg útifrá. Enn er púra javnt ímillum liðini.
20min.: 8-8. Stjørnan hevur biðið um fyrsta time-out í dystinum, men enn leikar púra javnt á. Simona Petersen hjá Stjørnuni roynir seg nógv útifrá, men Jurate Jankaitiene hevur staðið seg væl í VB-málinum.
25min.: 10-10. Nú hevur VB eisini biðið um time-out, men framvegis er tað einki, ið skilir liðini. Simona Petersen hjá Stjørnuni hevur fingið viðgerð fyri eitt slag á høgra hondlið.
Hálvleikur: 13-10 til Stjørnuna. VB fekk fyrstu útvísingina í dystinum og hon gjørdist dýr. Stjørnan legði seg skjótt á odda við tveimum málum og fimm sekund áðrenn hálvleik gjørdi Simona Petersen tað til hálvleiksstøðuna 13-10 til Stjørnuna.
35min.: 15-13 til Stjørnuna. Stjørnan legði hart út og gjørdi tað til 14-10 beinanvegin. VB fekk enn eina útvísing og Simona Petersen hevði umvegis brotskast møguleikan at leggja Stjørnuna á odda við fimm málum, men hon misnýtti og VB svaraði skjótt aftur við at minka um munin niður í tvey mál.
40min.: 16-15 til Stjørnuna. VB hevði møguleikan at javna, men nú hevur Simona Petersen skotið fimm mál á rað hjá Stjørnuni og er tað hon, sum í løtuni heldur VB aftanfyri seg.
45min.: 19-17 til Stjørnuna. Stjørnan lýsir framvegis og við tveimum málum á rað frá Corinu Demeterca megna tær at halda VB aftanfyri seg. VB gevur tó als ikki skarvin yvir og lúrir.
50min.: 24-19. Nú dregur Stjørnan á fyrsta sinni av álvara, og hóast orkan tykist ganga undan hjá VB, so taka tær nú eitt síðsta tak.
55min.: 24-20. Stjørnan roynir nú at verja um leiðsluna við hørðum spæli og høvdu tær einu løtuna tvær útvístar samstundis. VB gagnnýtti við at skjóta tvey skjót mál og eru tær aftanfyri við trimum nú vit fara undir seinastu fimm minuttirnar av dystinum.
Liðugt: 27-23. Tríggjar minuttir fyri leiklok hevði VB frían málmøguleika at minka um munin niður í eitt mál, men tær misnýttu og Stjørnan takkaði fyri við at skjóta fýra skjót mál og avgera dystin. Tær vunnu uppiborið 27-23 eftir at hava verið á odda allan seinna hálvleik.
Simona Petersen skeyt heili 10 mál fyri Stjørnuna, meðan Gurið K. Mortensen skeyt fimm fyri VB. Tær báðar vórðu somuleiðis kosnir dagsins leikarar hjá liðum sínum.