Simme á Summar Festivalin

Perlur úr føroyska sangskattinum verða at hoyra, tá ið Simmi og tey fara at spæla á Summar Festivalinum

Summar Festivalur

 

Simmi Jacobsen hevur spælt og verið við til at spælt og gjørt nakrar av kendastu føroysku poppsangunum. Tá ið “Aldarinnar føroyska hitt” skuldi finnast herfyri, fall valið á sangin Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni, ið Birni Dam skrivaði, og sum Simmi hevur verið við til at gjørt kendan. Simmi hevur eisini verið við til at gjørt aðrar kendar sangir – ikki minst Kenna Tit Rasmus, ið hann skrivaði saman við Birna Dam.

Simmi er eitt kent navn millum tey tilkomnu, og sangirnir, sum hann og vinfólk hava sungið og spælt inn gjøgnum árini, liva enn millum føroyingar.

Á Summar Festivalinum kunnu nakrir av hesum varðum í føroyskum poppi hoyrast á palli, tá ið Simmi og tey verða á skráni. Hetta er ein týðandi partur av føroyskari poppsøgu, sum nú kann upplivast á Føroya størsta festivali – Simmi og tey kundu ikki fingið ein betur pall til teirra tónleik.