Simeone: Ísland tapir allar tríggjar HM-dystirnar

Sambært argentinska høvuðsvenjaranum hjá Atletico Madrid verða íslendingar kanónføði

Íslendska fótbóltslandsliðið hevur ongan møguleika í HM-endaspælinum í Russlandi, og minsta tjóðin nakrantíð til eitt HM-endaspæl fer at tapa allar tríggjar bólkadystirnar ímóti Argentina, Kroatia og Nigeria.

 

So avgjørdur er argentinski høvuðsvenjarin hjá spanska stórfelagnum, Diego Simeone.

 

Í samrøðu við nigerianska blaðið, Daily Post metir Diego Simeone, at tað fer at standa millum Argentina, Nigeria og Kroatia um hvør sleppur víðari til áttandapartsfinalurnar.

 

- Um Nigeria vinnur á Kroatia, og vit (Argentina red.) vinna á Íslandi, so møta vit Kroatia til ein harðan dyst í øðrum leikumfari, og Nigeria kann tá hála seg upp á seks stig við sigri á Íslandi.

 

Íslendingum líka væl leiklutin sum "underdogs", men íslendingar skulu ikki rokna við, at landsliðsvenjarararnir hjá Argentina, Kroatia og Nigeria fara at koma við einari líknandi útsøgn, sum henni Diego Simeone er komin við. 

 

16. juni spælir Ísland ímóti Argentina í Moskva. 22. juni spælir Ísland ímóti Nigeria í Volgograd, og 26. juni spælir Ísland ímóti Kroatia í Rostov.