Silvurkrónurnar hava stóran týdning fyri B36

Tveir av B36 lyklaspælarunum eru leikbannaðir ímóti AB, sum saknar fleiri spælarar

Støðutalvan sigur, at B36 er á triðja plássi undan grannauppgerðini ímóti AB inni í Vika á Argjum.

 

Víkingur og B36 hava 57 stig, og tað er málmunurin, sum er orsøk til, at Víkingur er næstfremst, og at B36 er á triðja plássi.

 

-Vit savna okkum fyrst um at spæla og arbeiða fyri at vinna fulla úrtøku á Argjum. Um tað eydnast, so fæst at síggja, hvussu langt tað røkkur, men eingin skal ivast í, at vit ógvuliga fegnir vilja hava fatur á silvurkrónunum. Tað hevur stóran týdning fyri okkum at vinna tær, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík, sum sunnudagin iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist hansara monnum at vinna á heimavølli ímóti KÍ. Úrslitið var 0-0.

 

Hjá B36 eru Taufee Skandari og Aron Knudsen tøkir aftur. Taufee var burturstaddur og Aron leikbannaður síðsta sunnudag. Andrass Johansen og Jann J. Benjaminsen eru báðir leikbannaðir, og Eli Falkvard Nielsen er darvaður av knæskaða.

 

Síðsta sunnudag varð tað greitt, at AB í 2024 fer at spæla í 1. deild. Tað sá ljóst út, tá ið AB var frammanfyri 2-0 á Toftum, men so vendi tað. B68 javnaði til 2-2, og úrslitið í Fuglafirði lagaði seg soleiðis, at tað varð greitt, at AB er flutt niður.

 

Bartal S. Petersen og Viktor Helgi Benediktsson eru tøkir eftir leikbann. Jákup Pauli Breckmann er so illa skaðadarvaður, at hann er ikki tøkur, Tróndur J. á Høvdanum er leikbannaður, og Teitur D. Olsen er farin til skips. Málverjin Antonio Borelli er darvaður av liðbandsskaða í fótinum. Hann var ikki við ímóti ÍF, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í dag.