Silvur til Føroya Bjór

Tá Vestjysk Ølkultur herfyri hevði royndarsmakking av páskabryggi, gjørdist ølið hjá Føroyabjór nummar tvey

ølsmakking

Føroya Bjór hevur í fleiri ár verið partur av ølsmakkingini hjá Vestjysk Ølkultur, og aftur í ár vóru teir millum tey átta sløgini, sum skuldu roynast.
Hesaferð gjørdist talan tó ikki um oddasess til Føroya Bjór, tí í hørðu kappingini máttu teir víkja fyri ølinum frá Vestfyn.
Góð skoðsmál fekk føroyska bryggjaríið kortini.
- Tað er fantastiska flott, at Føroya Bjór ferð eftir ferð endar í oddinum, tá vit hava okkara royndarsmakkingar, segði formaðurin fyri Vestjysk Ølkultur, Jan P. Larsen, eftir kvøldið.
Og eisini millum fjølmiðlarnar, vakti føroyska ølið ans. Soleiðis staðfesti ein blaðmaður eftirfylgjandi, at hann ikki visti av, at føroyingar dugdu at bryggja øl, yvirhøvur.
Nevnast kann, at bryggjaríini, Hancock og Thisted Bryghus, gjørdust ávíkavist nummar trý og fýra.