Føroyska heiðursmerkjaregnið slítur ikki í ta fyrstu løtuna í svimjihøllini í Visby í Gotlandi.
Tað gjørdist talan um føroyskt silvur og føroyska bronsu í kappingini 100 metrar bringusvimjing.
Róland Toftum kom á mál, sum nummar tvey við tíðini 1:03.76. Rókur Trygvason kom á mál, sum nummar trý við tíðini 1:05.89. Vinnarin gjørdist Guy Davies frá Isle of Man við tíðini 1:01.71.