Djóragarðurin á Silvalandinum á Summarfestivalinum letur upp í morgin Finn Johannessen frá Silvalandinum sigur, at tað sum serliga er øðrvísi við Silvalandinum í ár í mun til Silvalandið í 2009 er, at pallurin sum stóð á Silvalandinum í fjør er tikin av økinum.
Silvalandið í ár bjóðar børnunum at vitja ein djóragarð, sum tó ikki letur upp í fyrr enn í morgin. Silvalandið, sum letur upp klokkan 17.30 í dag bjóðar hoppiborgir og barnaundirhald bæði á Flags-pallinum og í sjálvum Silvalandinum. Kendi gyklarin, Ásbjørn fer at framføra, og Rógvi frá sjónvarpinum fer eisini at framføra fyri børnunum.
Í djóragarðinum verða smá ross, og eisini nakrir rættiliga stórir froskar, umframt sjáldsamar dunnir o.o. forkunnug djór, sum børnini kunnu uppliva.
Umframt hetta verða eisini el-bilar, ross og sølubásir av ymiskum slagi. Eisini verður eitt stórt indianaratjald (tipi) á økinum. Ein garvillur ?rodeo-tarvur? verður eisini, har fólk veruliga kunnu royna seg. Inni í indianaratjaldinum kunnu tey vaksnu hvíla beinini, meðan børnini stuttleika sær.
Fótbóltslandið hjá Toda er eisini ein partur av Silva-konseptinum á Summarfestivalinum í ár.