Siloir til oljuboring lagdar upp í Havn

Orsakað av verkfallinum vórðu siloirnar, sum skulu setast upp í Runavík í sambandi við komandi oljuboring, lagdar upp í Havn. Hetta er annars fyrsta veruliga ?oljulastin?, sum Skipafelagið stendur fyri, nú avgjørt er at lata Skipafelagið og Atlantic Supply Base standa fyri útgerðarvirkseminum.

 


Fyrireiking til oljuboring





-Havnin verður kortini oljuútgerðarhavn, og Tórshavnar Skipasmiðja kemur at standa fyri henni ljóðaði á Eystaru bryggju í Havn týsdagin, tá danska farmaskipið Dantrader legði upp stóru siloirnar, sum skulu brúkast til komandi oljuboring. Siloirnar vórðu heysaðar í land við tveimum av kranunum hjá Tórshavnar Skipasmiðju.


Veruliga søgan er ein onnur. Siloirnar skuldu nevniliga til Runavíkar, men verkfallið forðaði hesum. Tí eru tær lagdar upp í Havn og verða so seinni fluttar víðari til Runavíkar. Talan er um einar 10-15 stórar siloir, sum skulu setast upp á bryggjuni í Runavík. Har er longu gjørt klárt til at seta tær upp. Tær skulu so framleiða og goyma ymiskt tilfar, sum oljufeløgini skulu brúka, tá tey fara at bora í næstum.


Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum Føroyar sigur, at siloirnar og onnur útgerð í sambandi við boringarnar koma úr Hálandi og Bretlandi. Dantrader er longu farið avstað aftur. Skipið skal til Florø í Noregi eftir borirørum, sum Statoil skal brúka til sína fyrstu boring í juni. Árni Joensen metir hetta vera eina spennandi tíð fyri føroyskan sjóvegis farmaflutning. Tað er nevniliga partur av framtíðar arbeiðsøkinum hjá Skipafelagnum at kunna flyta útgerð, sum hevur tilknýti til oljuleitingin úr øðrum londum og til Føroya. Fyri at kunna liva upp til hesa avbjóðing hevur Skipafelagið gjørt av frá hálvum juni at fara inn í skotska havn eina ferð um vikuna eftir møguligari oljuútgerð og øðrum farmi. Tað er Sea Lion, sum skipafelagið longu hevur leigað at sigla við farmi úr Svøríki og Danmark, sum á leiðini til Føroya skal leggja inn í Skotlandi. Henda royndin verður gjørd til út á heystið, tá boringarnar eru lidnar. Stjórin á Skipafelagnum heldur tað er týdningarmikið at vit komandi mánaðirnar hava fast samband við skotska havn.


Árni Joensen váttar annars, at avtalan millum Atlantic Supply Base og Faroe Ship øðrumegin og Statoil og hini oljufeløgini hinimegin var undirskrivað fyri stuttum. Uppá fyrispurning um boð teirra var nóg høgt til at dekka allar útreiðslur, sigur hann, at tað roknar hann avgjørt við. Hann roknar ikki við nøkrum undirskoti og leggur annars aftrat, at hetta er ein nýggj tíð í føroyskari vinnu, sum vit mugu fyrihalda okkum til og royna at fóta okkum sum frægast.


Nú ætlanin hjá einum av oljufeløgunum BP er at brúka eitt boriskip heldur enn ein boripall spurdu vit Árna Joensen, um hetta ikki fer at minka munandi um tørvin á sjóvegis flutningi! Til tað sigur hann, at halda tey hjá BP, at uppgáva teirra verður best røkt við at brúka eitt boriskip, so er tað sjálvandi upp til teirra. Tað fer helst at minka um flutningstørvin, men tað er so nakað man má læra seg at liva við.