Í hesum døgum ferðast Siloakórið í Fuglafirði í Danmark, har kórið syngur í Keypmannahavn og Odense.
Fríggjakvøldið 23. september kl. 20 syngur kórið á konsert á Norðuratlants Bryggju, Strandgade 91, leygardagin 24. september kl. 16 í Kristus Kirken, Klosterbakken 11 í Odense - og sunnudagin 25. september kl. 10.30 luttekur kórið á møtinum hjá Skovlunde Frikirke, Metalbuen 42, Ballerup. Harumframt verður eisini ein sangløta í Kristnastovu um kvøldið kl. 19.30. Kórið telur 32 fólk, og sangstjóri er Eyðun á Lakjuni.









