Hinvegin hevur Silkeborg, sum frammanundan hevur føroyska landsliðsspælaran, Christian Lamhauge Holst, í hópinum, sýnt størri áhuga fyri 19 ára gamla Sandro Spasojevic, ið eisini hevur verið til royndarvenjing har í eina viku.
Spasojevic skal í morgin spæla við Silkeborg í einum venjingardysti ímóti Thisted FC, meðan Keita, sum steðgaði á í Silkeborg á veg til Føroya úr Senegal, er liðugur í danska felagnum.










