Silkeborg var heppið

Silkeborg hevur í løtuni beina kós móti uppflyting í bestu donsku fótbóltsdeildina. Felagið, sum er oddalið, hevur í løtuni sjey stig niður til triðja plássi, og tveir dystir eru eftir at spæla. AB, sum er nummar trý, hevur tó ein dyst til góðar. Í gjár eydnaðist tað Christian Holst og liðfeløgunum at vinna við 2-1 á útivølli móti Næstved. Rajko Lekic skeyt bæði málini hjá gestunum. Heimaliðið minkaði um leiðsluna, tá eitt gott korter restaði í av dystinum. Men hóast áhaldandi trýst seinastu løtuna, eydnaðist tað ikki at fáa útjavnandi málið.

Christian Holst var innskiftur, tá 74 minuttir vóru leiktir.