Føroyski málverjin, Silja A. Müller og liðfelagarnir í Vali spældu í dag dyst á útivølli móti Selfossi í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Valur vann stórsigur 34-20. Í steðginum vóru valskvinnur á odda 18-12..
Hafdís Renötudóttir vardi málið hjá Vali tann størsta partin av dystinum, men ta løtuna Silja slapp at verja málið hjá Vali bjargaði hon helvtina av málroyndunum hjá Selfossi.
Valur hevur 20 stig fyri 10 dystir, og tær eru greitt oddalið. Nummar tvey er Fram við 16 stigum.
Toppdystur millum Val og Fram verður í høllini hjá Vali á Hlíðarenda í Reykjavík komandi mikukvøld klokkan 19.30.