Silja er góð men Ritan er best

- Vit í Nólsoy eru sera væl nøgd við Silja Star. Men vit eru kortini fleiri sum ynskja at fáa Rituna aftur, áðrenn veturin kemur, sigur 23 ára gamla Jeanne Leosdóttir Holm úr Nólsoy.

Nólsoy: Hesa seinastu tíðina hevur ferðavinnubáturin Silja Star røkt rutusambandið hjá nólsoyingum.

Fólk eru sera fegin um høga komfortin umborð á hesum bátinum, og eisini hvussu skjótt hann hevur flutt tey um fjørðin.

Samstundis við hetta, ivast mong í, hvussu Silja hevði klárað at siglt um Nólsoyarfjørð í vindi og sjóroki ein ringan vetrardag.

- Tað er ótrúliga deiligt at sigla við Silju. Men tá tað er sagt, vil eg eisini siga, at hon er als ikki so sjógóð sum Ritan.

- Eingin er sum Ritan. Hon er álitið hjá okkum, slær Jeanne Leosdóttir Holm fast.

Ritan varð bygd í 1971.


Tryggleiki um fjørðin

Jeanne er ein teirra sum hevur ferðast nógv við Rituni um Nólsoyarfjørð.

Hetta hendi, tá hon arbeiddi í Havn – fyrst í einum av frítíðarskúlunum og seinni innan Heimarøktina. Nú ferðast hon ikki so nógv, tí hon ber barn undir belti.

Tá var Ritan álitið hjá henni og mongum øðrum nólsoyingum at sleppa gott og trygt aftur og fram millum heim og arbeiðsstað.

- Jú, Ritan er eitt gott skip. Eingin ivi um tað, sigur hon.

Við Rituni ber framvegis til at sleppa av oynni til arbeiðstíð um morgunin og út aftur beint eftir arbeiðstíð ella seinni, um ein heldur vildi tað.

Tryggleikin hjá nólsoyingum er, at Ritan er álitið sjálvt, og at tað kemur næstan ikki fyri at hon er noydd at avlýsa ein túr.


Óegnað um veturin

Í løtuni røkir Silja Star siglingina um Nólsoyarfjørð. Og hetta sambandið eru fólk yvirhøvur fegin um.

- Jú, Silja er eitt gott skip og siglir haraftrat skjótt. Men eg loyvi mær at ivast í, hvussu skilið hevði verið um veturin.

- Hon er perfekt um summarið, men er ov lítil til at sigla um fjørðin á vetrartíð, sigur Jeanne.

Tí ynskja hon og nólsoyingar í roynd og veru at fáa Rituna aftur nakað skjótt, hóast tey samstundis síggja fram til dagin, tá eitt nýtt skip fer at røkja hesa siglingina.

Arbeitt verður við eini loysn á hesum máli. Spurningurin er bert, nær tað verður veruleiki.


Sama loysn í 35 ár

Í Nólsoy hevur ein arbeiðsbólkur arbeitt við málinum um Nólsoyarleiðina og hvussu ein slík ferja skal síggja út.

Hesin bólkurin hevur gjørt sær sínar hugsanir um tað best egnaða skipið til nólsoyingar, og tað hevur bygdarfólkið helst eisini gjørt.

Mong ymisk ynski og krøv verða sett einum slíkum skipi. Tað skal so í øllum førum ikki vera verri ella minni enn tann loysnin, sum teir hava kent seg tryggar við í 35 ár.

Sum nólsoyingur hevur Jeanne sjálvandi eisini gjørt sær sínar hugsanir um, hvussu ferðasambandið skal røkjast til heimbygd hennara í framtíðini.


Eitt sum Teistin

Fyri Jeanne er tað týdningarmikið, at skipið hjá nólsoyingum er sjógott, soleiðis at børn og vaksin kunnu kenna seg trygg umborð, nú og í framtíðini.

Henda nýggja ferjan skal helst kunna sigla eins skjótt og Silja Star, og skal haraftrat kunna taka størri og smærri bilar.

- Eg haldi faktiskt, at vit skuldu fingið eitt skip av sama slagi sum Teistin, ið siglir um Skopunarfjørð. Ein slík ferja hevði verið hóskandi til okkum.

- Hon skal sjálvandi vera nakað minni enn Teistin, soleiðis at hon hóskar til okkara tørv herúti. Men mær dámar sera væl, soleiðis sum Teistin er innrættaður og skipaður, slær Jeanne fast.




FAKTA


Silja Star

Tað er p/f Sightseeing við Palla Lamhauge í Vestmanna sum eigur Silja Star og aðrar bátar at nýta í sambandi við ferðavinnu.

Endamál hjá felagnum er millum annað at skipa fyri útferðum og at vísa føroyingum og útlendskum ferðafólkum, hvussu vakrar Føroyar eru frá sjósíðuni.

Bátarnir hjá felagnum hava høgt støði, og nú Ritan er til umvælingar, varð Silja Star sett í sigling við ferðafólki til Nólsoyar. Fólk sita væl, og kunnu her njóta góða útsýnið framvið føroyska sjóvarmálanum.

Silja Star kann taka 48 ferðafólk, og brúkar einans sjey minuttir av Molanum í Havn til Molan í Nólsoy.

Vanliga ferðast millum 35 og 40 nólsoyingar dagliga til og frá arbeiði.