Nú seinnapartin í vikuni hevur Tróndur í Gøtu verið á Kollafirði, har teir hava landað góð 200 tons av sild til Faroe Pelagic. Finnur Fríði hevur eisini landað í Kollafirði og er farin nýggjan túr.
Jóanisi Nielsen veita á síni heimasíðu at siga, at sildaskipini royna norðan fyri 64N. Myndin av skipi, sum liggur á Kollafirði, er av heimasíðuni hjá sama.
Jupiter er eisini farin norður eftir at royna sildaleiðirnar har.
Portalurin kann leggja aftrat, at føroyski parturin av heildarkvotuni av norðhavssild í komandi ári verður 5,16%. Tað merkir, at føroyska kvotan í 2012 verður 42.983 tons.
Føroyar hava sambært avtaluni millum strandalondini møguleikan at fiska part av føroysku kvotuni í norskum sjógvi.