Tað hevur gingið væl hjá Gilla Rólantsson Sørensen og liðfeløgunum í Brann seinastu vikurnar. Undan dystinum móti Vaalerenga í kvøld, lá Brann á einum øðrum plássi í bestu norsku deildini, har felagið hevði vunnið fýra teir seinastu dystirnar.
Men sigursrøðin hjá Brann steðgaði í kvøld. Tað gjørdi hon á útivølli móti Vaalerenga, sum stríðist í botninum av deildini. Vaalerenga vann dystin móti Brann 2-1, har tað annars leingi stóð á jøvnum 1-1.
Sermerkt við sigrinum hjá Vaalerenga í kvøld var, at talan var um fyrsta sigurin hjá Vaalerenga á nýggja leikvøllinum hjá felagnum, sum teir tann 10. September tóku í nýtslu móti Sarpsborg á heimavølli.
Gilli Rólantsson Sørensen spældi allar 90 minuttirnar á vøllinum fyri Brann, har hann hevði pláss til vinstru á miðvøllinum. Við ósigrinum er Brann framvegis nummar tvey í deildini, har teir nú eru javnir við Molde á triðja plássinum. Bæði Brann og Molde hava 10 stig upp til Rosenborg á fremsta plássinum í deildini.