Sigursharri í dysti nummar 100

Uruguay er ikki sannførandi, men teir eru víðari eftir at Suárez avgjørdi dystin ímóti Saudi Arabia.

Uruguay hevði í dag møguleikan at spæla seg víðari úr HM-bólkaspælinum, tá ið teir spældu ímóti Saudi Arabia. Uruguay var stórfavorittur at vinna dystin, men tað var heldur ikki hesaferð serliga sannførandi hjá teimum ljósabláu.


Hóast tað var Saudi Arabia, sum var mest á bóltinum stóran part av fyrra hálvleiki, so tóktist teir heldur ráðaleysir heilt har frammi á vøllinum, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki revsaði Uruguay teir. Tað var eftir eitt hornasparksinnlegg, at Luis Suárez trein fram og setti bóltin í mál til 1-0.


Harvið stemplaði FC Barcelona-áleyparin inn í hesum HM, eftir at hann misnýtti góðar møguleikar í fyrsta dystinum ímóti Egyptalandi. Hetta var samstundis hansara dystur nummar 100 á landsliðnum.


Uruguay tók heldur ongan av bóli í seinna hálvleiki við nøkrum sum bara minti um gott fótbóltsspæl, og teir megnaðu ikki at punktera dystin ímóti einum tannleysum Saudi Arabia. Teir lótu initiativið til Saudi Arabia og fingu tepra 1-0-sigurin í hús.


Eftir 1-0-sigrar ímóti Egyptalandi og Saudi Arabia hevur Uruguay nú fult stigatal og er víðari. Teir spæla bólkafinalu ímóti Russlandi mánadagin kl.15.00. Tað merkir samstundis, at Saudi Arabia og Egyptaland ikki kunnu koma víðari úr HM-bólkaspælinum.


Uruguay – Saudi Arabia 1-0 (1-0)

1-0: Luis Suárez, 23.