TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við hjálparvenjaran hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, Jóannes Jakobsen, sum er einasti maður, sum gongur aftur frá heiðursløtuni, sum varð á Vaglinum í Havn fyri 25 árum síðani, tá Føroyar vunnu legendariska 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona.
Jóannes Jakobsen er fegin um, at nógv fólk komu oman á Vaglið at heiðra føroyska liðnum, aftaná tveir sigrar á Grikkalandi, serliga tá hugsað verður um, at tað er lættari bara at sita heima, og geva sínar hugsanir til kennar á Facebook.
Givið er, at Jóannes er sera nøgdur við sigurin á grikkum ígjár, men hann er kortini ikki nøgdur við partar av tí føroyska spælinum.