- Vit sita á meginpartinum av dystinum, spæla væl í løtum og skapa stórar kjansir, men vit misnýta alt ov nógv frammanfyri málið. Vit høvdu kjansir til at vinna við fleiri málum, men vit fingu so tað eina málið, sum kundi geva okkum sigurin.
- Tá ið tú misnýtir so stórar kjansir, sum vit gjørdu hesaferð, so skapar tú tær sjálvum trupulleikar, og tá ið AB seinasta korterið flutti fólk fram og oysti bóltar inn í brotsteigin, var tað eitt sindur kaotiskt, men vit hildu tætt og fingu trý uppiborin stig, sigur Eyðun Klakstein.










