Sigurin í Irak er ikki í eygsjón

Ovastin fyri teimum amerikonsku herdeildunum í Irak sigur, at tann blóðugi ófriðurin í landinum kann bresta áaftur

David Petraeus, generalur, er samdur við George W. Bush, forseta í, at tað er vorðið nógv friðarligari í Irak teir seinasyu mánaðirnar, men hann er ikki so vísur í, at hetta verður varandi.

Petraeus, sum fer í annað starv í amerikonsku herleiðsluni nú eftir at hava verið ovasti í Irak í hálvtannað ár, sigur við bretska kringvarpið BBC, tað hava verið dagar og mánaðir, har Irak var stutt frá einari veruligari upploysn. Í dag er støðan ikki so ring, men generalurin ávarar um, at tað eru dimm skýggj á luftini, og at tey kunnu elva til stórar kreppur.

Amerikanskir fjølmiðlar hava í seinastuni borið tíðindi um, at USA fer at flyta sínar hermenn burtur frá Bagdad næsta summar. Tað vil David Petraeus hvørki vátta ella avsanna, men hann sigur tó, at ætlanin er at flyta hermenninar úr nøkrum býum. Hetta merkir ikki, at amerikanski herurin er um at vera liðugur við sína uppgávu í Irak, og enn er eingin sigur í eygsjón, sigur David Petraeus við BBC.

.